• 2001: A Space Odyssey

    Tá filmurin 2001: A Space Odyssey varð frumsýndur í 1968, var eyðsæð, at Stanley Kubrick, leikstjórin, hevði gjørt eitt slóðbrótandi listarverk. Og mong eru tey, sum enn halda filmin vera tann besta í allari filmssøguni. 2001 snýr seg kanska einamest um støðu okkara sum menniskju í alheiminum. Umframt stórbærar myndir og special effects er vert at leggja til merkis tónleikin í filminum. Vit hoyra brot úr verkum eftir Richard Strauss, György Ligeti, Johann Strauss, yngra, og Aram Khachaturian. Hjá tónaskaldinum György Ligeti (1923-20016) gjørdist hetta hansara altjóða gjøgnumbrot. Sýningin er fingin í lag í samstarvi við Filmsfelagið.

    Stað: Havnar Bio

    Byrjar: MIK 10. mai 2023, kl 20.00

    Longd: 150 min

    KEYP KEYP ATGONGUMERKIAFTUR TIL YVIRLIT