ENDURLJÓÐ hevur til endamáls at veita viðkomandi og spennandi tónlistarligar upplivingar á hægsta stigi og at vera virkin partur av áhaldandi menning av føroyskum tónleikalívi.
Jóhannes Andreasen
Listarligur leiðari
Jóhannes er uppvaksin í musikalskum umhvørvi í Havn og lærdi sum smádrongur klaverspæl hjá Rigmor Restorff í Havn. Eftir lokið studentsprógv og útbúgving í Wien og London hevur hann virkað sum lærari í klaverspæli og tónleikaástøði, flestu árini í Føroyum. Samstundis hevur hann spælt konsertir regluliga bæði her og uttanlands - millum annað fleiri ferðir saman við limum úr Wiener Philharmoniker og London Symphony Orchestra. Jóhannes var eisini ein teirra, ið stovnaðu Aldubáruna í 1995. Jóhannes hevur annars havt fjøltáttað tónleikaligt virksemi, eitt nú sum vertur í útvarpssendingini Bolero frá 2007 til 2013 og sum kórleiðari hjá Tarira frá 2015 til 2019.
Helle Thede Johansen
Framleiðslustjóri
Helle er fjarritari, bankaatstøðingur og rithøvundur. Hon hevur í mong ár arbeitt innan fyri list og mentan sum skrivari, nevndarlimur og forkvinna í eitt nú Rithøvundafelag Føroya, Listafólkasamband Føroya og Rættindahavarafelagsskapinum Fjølrit. Eisini hevur hon verið umboðsfólk fyri Nordisk Kulturfond og verið forkvinna fyri metingarnevndini Mobility Funding hjá Nordic Culture Point. Í hesum sessum hevur hon millum annað skipað fyri bókadøgum, ráðstevnum og Norðurlendsk Stórmøte í Føroyum, fyri norðurlenskum rættindahavarafelagsskapum. Í løtuni er hon samskipari vegna Norðurlandahúsið í verkætlanini Spælilist – sprottin úr donsku verkætlanini LegeKunst hjá Kulturprinsen. Persónliga dámar Helle tónleik í breiðum høpi og dámar væl at hava yvirlit og at skipa fyri. Tað er við gleði og stoltleika, at hon nú er við til at leggja grundarlagið undir ENDURLJÓÐ. Ein árliga afturvendandi kamartónleikastevna, sum fer at fevna breitt bæði tónlistarliga og listarliga sum heild.