• Deyðin og gentan NSQ

    Eftir fáum árum hevur Nordic String Quartet sett sítt týðiliga fingramerki á tónleikapallin í Norðurlondum og aðrastaðni við. Tey, ið spæla við eru Heiðrun Petersen úr Føroyum, Mads Haugsted Hansen úr Danmark, Daniel Eklund úr Svøríki og Lea Emilie Brøndal úr Danmark. Á konsertini í Finsen verður høvi at hoyra tey spæla ‘Der Tod und das Mädchen’ (Deyðin og gentan) eftir Franz Schubert, ið er ein tann kendasta kvartettin innan klassiskan tónleik. Harumframt spæla tey kvartett nr. 10 við heitinum ‘New Ground’ eftir Pelle Gudmundsen-Holmgreen. Tað verkið kann fatast sum ein nýtulking av víðagitna kanon eftir Pachelbel.

    Stað: Aulan í Finsen

    Byrjar: HÓS 11. mai 2023, kl. 19.30

    KEYP KEYP ATGONGUMERKIAFTUR TIL YVIRLIT