• Fjøltáttað setanarkonsert

    Fyrsta konsertin á altjóða kamartónleikastevnuni ENDURLJÓÐ er samstundis ein setanarhátíð, har borgarstjórin Heðin Mortensen setir stevnuna. Í fyrru helvt verður boðið eitt fjølbroytt bland av stuttum tónleikaperlum eftir William Heinesen, Chopin, Tárrega og Brahms, har nakrir av okkara fremstu tónleikarum trína á pall. Inn ímillum fara fólkini handan stevnuna at siga nøkur orð, og tónaskaldið Sunleif Rasmussen heldur røðu. Í seinnu helvt hoyra vit ta serstøku og tiltiknu sonatuna fyri tvey klaver og slagverk eftir Béla Bartók, sum varð skrivað í 1938, beint fyri seinna heimskríggj. Hesin tónleikur innheldur alt frá inniligastu kenslum til ógvuliga ágangandi ljóðmyndir. Eitt meistaraverk í orðsins rætta týdningi. Tónleikararnir, ið verða við, eru Kristina á Váli, Ragnar Olsen, Mattias Kapnas, Jóhannes Andreasen, Rúni Mouritsen og Jan Rúni Poulsen.

    Stað: Hátún í Tórshavnar Musikkskúla, Landavegi 84

    Byrjar: SUN 7. mai 2023, kl. 16.00

    Longd: 90 min

    KEYP KEYP ATGONGUMERKIAFTUR TIL YVIRLIT