• Guitar- og selloleikarar í heimsflokki

    Sunnudagin 5. mai hevur heimsgitni selloleikarin, Boris Andrianov, konsert saman við vinfólki.

    Kona hansara, Anna Koshkina, sum eisini er navnframur selloleikari, og vinmaður teirra Dimitri Illarionov, sum er guitarsnillingur í serflokki, fara eisini at spæla saman við Borisi. Og vinmaðurin Dimitri er ikki hvør sum helst. Hann hevur nevniliga vunnið 1. virðisløn í teimum stóru guitarkappingunum í Evropa og USA.

    Dmitri Illarionov ætlar at leggja fyri við at spæla Chaconne eftir J. S. Bach. Síðan spæla tey trý saman eina fjølbroytta og livandi skrá við tónleiki eftir Albeniz, Shostakovich, Piazolla og fleiri.

    Hetta verður ein konsert, har tú verður forkelaður við tónleikarum, sum teljast millum tey allarbestu í heiminum innan klassiskan tónleik.

    Stað: Aulan í Finsen

    Byrjar: SUN 05. MAI kl. 16:00

    Umleið 55 min

    KEYP AFTUR TIL YVIRLIT