Innanrøddir við NSQ
Eftir fáum árum hevur Nordic String Quartet sett sítt týðiliga fingramerki átónleikapallin í Norðurlondum og aðrastaðni við. Norðurlendskur tónleikur hevur serligt pláss í hjørtum teirra. Á konsertini í Norðurlandahúsinum spæla tey norðurlendska skrá við tónleiki eftir Pelle Gudmundsen-Holmgreen, Jean Sibelius og Edvard Grieg. Tey, ið spæla við eru Heiðrun Petersen úr Føroyum, Mads Haugsted Hansen úr Danmark, Daniel Eklund úr Svøríki og Lea Emilie Brøndal úr Danmark. Nordic String Quartet spælir aftur hóskvøldið 11. mai kl. 19.30 í Finsen. Tá millum annað ta kendu kvartettina ‘Der Tod und das Mädchen’ eftir Franz Schubert. Konsertin er fingin í lag í samstarvi við Norðurlandahúsið.
Stað: Norðurlandahúsið
Byrjar: TÝS 9. mai 2023, kl 19.30
Longd: 95 min
KEYP KEYP ATGONGUMERKIAFTUR TIL YVIRLIT