• Junttu Masterclass

    Kristiina Junttu er ein av fremstu klaverlærarum í Evropa, og hon fer at hava skeið fyri 8 klavernæmingum úr føroysku musikkskúlaskipanini. Kristiina starvast dagliga sum lærari í klaverspæli og kamartónleiki á East-Helsinki Music Institute í Helsinki í Finnlandi. Hon er serfrøðingur í pedagogiskari venjing og hevur regluliga seminar fyri lærarum sum part av teirri framhaldslestri. Somuleiðis hevur hon ofta masterclass frálæru fyri studentum bæði í Finnlandi og aðrastaðni. Sum lærari hevur hon ment nýskapandi undirvísingarhættir við bólkaundirvísing, við serligum málrættaðum mentalum og kropsligum venjingum og við improvisatión sum part av lærutilgongdini. Sum klaverleikari spælir hon regluliga konsertir og hevur millum annað samstarvað við gitna tónaskaldinið György Kurtág í drúgva tíð. Kristiina spælir eisini solokonsert í Finsen mikudagin 10. mai, kl 18.00.

    Stað: Tórshavnar Musikkskúli og Aulan í Finsen

    Byrjar: 7.-10. mai 2023 eftir avtalu

    AFTUR TIL YVIRLIT