Konsert við Schubert
Í ár eru liðin 200 ár síðan kenda oktettin varð skrivað. Og 11. mai kanst tú uppliva verkið í Auluni í Finsen.
Á hesari konsertini spæla tveir tónleikarar úr London Symphony Orchestra saman við seks føroyskum tónleikarum. Á skránni er oktettin eftir Franz Schubert, ið verður mett sum eitt tað týdningarmesta kamartónleikaverkið úr romantiska tíðaskeiðnum.
Tónleikarar: Chris Richards, klarinett, Joost Bosdijk, fagott, Niklas K. Mouritsen, horn, Heiðrun Petersen, violin, Jón Festirstein, violin, Angelika Hansen, viola, Kristina á Váli, sello, og Andrias V. Poulsen, bass.
Í 1824 var Franz Schubert 27 ára gamal og hevði bert fýra ár eftir at liva. Árini frammanundan hevði hann upplivað eitt slag av skapanarkreppu. Hann hevði roynt seg sum operatónaskald – uttan stórvegis eydnu. Og fleiri av verkum hansara vóru løgd til viks, áðrenn tey gjørdust liðug. Kendasta dømið er hin ófullfíggjaða symfoniin, sum varð skrivað í 1822.
Schubert hevði ovurstóra virðing fyri Beethoven. Hetta elvdi til, at hann viðhvørt ivaðist í egnum mátti og førleikum. Men í februar 1824 sýnist hann at hava vunnið á ivanum. Eftir stuttari tíð skrivaði hann eitt stórt kamartónleikaverk í seks satsum fyri klarinett, fagott, horn, tvær violinir, viola, sello og kontrabass.
Schubert skrivaði sjálvur í brævi: ”á henda hátt vil eg bróta mær slóð fram at teirri stóru symfoniini”
Stað: Aulan í Finsen
Byrjar: LEY 11. MAI kl. 16:00
55 min
KEYP AFTUR TIL YVIRLIT