• Masterclass Boris Andrianov

    Boris Andrianov hevði merkisverda konsert í Føroyum fyri einum ári síðan. Ta ferðina hitti hann nakrar sellonæmingar. Hesaferð hevur hann fegin játtað at undirvísa einum avmarkaðum tali av sellonæmingum.

    Boris Andrianov telist millum fremstu selloleikarar í okkara tíð. Umframt at hava vunnið virðislønir í fleiri altjóða kappingum, teirra millum Concours M. Rostropovich í París og Tchaikovsky kappingini í Moskva hevur Boris Andrianov fumframført nýggj verk eftir Krysztof Pendercki, Alexey Rybniko og fleiri onnur tónaskald. Hann hevur verið solistur millum annað við Israel Philharmonic Orchestra og samstarvað við kendar dirigentar sum Valery Gergiev, Vladimir Feodoseev og Gianandrea Noseda. Sum kamartónleikari er hann javnan á palli við violinleikarunum Maxim Vengerov, Julian Rachlin og Vadim Repin og klaverleikarunum Itamar Golan og Denis Matsuev. Í 2009 varð Boris Andrianov tilnevndur professari á konservatoriinum í Moskva.

    Stað: Aulan í Finsen

    Byrjar: MÁ 6. MAI og TÝ 7. MAI. Tíð og stað eftir nærri avtalu

    AFTUR TIL YVIRLIT