• Masterclass Chris Richards

    Chris Richards er soloklarinettleikari í London Symphony Orchestra. Hann hevur játtað at undirvísa fýra framkomnum klarinettnæmingum, meðan hann verður staddur í Føroyum.

    Chris Richards las á Guildhall School of Music and Drama, har hann var ein av finalu-luttakarunum í stóru 2001 Shell/LSO kappingini og spældi tá sum einleikari við London Symphony Orchestra (LSO). Eftir lestrarárini var hann fyrsti klarinettleikari í Northern Sinfonia og frá 2010 soloklarinettleikari í LSO. Sum gestatónleikari hevur spælt við flestu professionellu orkestrum í Bretlandi. Sum solistur hevur hann spælt við millum øðrum LSO, City of Birmingham Symphony Orchestra, Northern Sinfonia, English Symphony Orchesatra og Birmingham Contemporary Music Group, og millum dirigentarnar, hann hevur samstarvað við, eru Robin Ticciati, James Gaffigan, Thomas Zehetmair og H. K. Gruber. Fleiri ferðir hava konsertir hansara verið sendar á BBC Radio 3, og í desember 2018 framførdi hann og tók upp verkini “Prelude, Fugue and Riffs” eftir Bernstein og “Ebony Concerto” eftir Stravinsky saman við LSO og Sir Simon Rattle. Sum íðin kamartónleikari hevur hann spælt á støðum sum Carnegie Hall í New York, Wigmore Hall í London og Aldeburgh Festival saman við millum øðrum Elias kvartettini, Navarra kvartettini, Aronowitz ensemblinum, Thomas Adès og Pascal Rogé. Í 2008 frumframførdi hann “Troubadour Music” fyri klarinett og klaver eftir Richard Rodney Bennett í Wigmore Hall. Hann spælir eisini regluliga við John Wilson Orchestra og er professari á Royal College of Music í London.

    Stað: Tórshavnar Musikkskúli

    Byrjar: LEY 11. MAI og SUN 12. MAI Tíð og stað eftir nærri avtalu

    AFTUR TIL YVIRLIT