• Masterclass Dimitri Illarionov

    Dimitri Illarionov fer at undirvísa tveimum guitarnæmingum, sum ganga á musikkskúlamiðnámi.

    Dimitri Illarionov er ein tann fremsti guitarleikarin í okkara tíð. Hann varð føddur í Moldova og las guitarspæl í Russlandi og Týsklandi. Hann hevur vunnið stórar altjóða kappingar í USA og Evropa, teirra millum kunnu nevnast Guitar Foundation of America Competition (2002, Miami, USA) og International Francisco Tárrega Guitar Competition (2008, Spania) og International Andrés Segovia Classical Guitar Competition (2009, Spania).

    Á palli hevur hann samstarvað við kend tónlistarfólk sum dirigentarnar Claudio Scimone, Vladimir Fedoseyev og Leo Brouwer, floyuleikaran Patrick Gallois, Artis kvartettina, guitarleikaran Roland Dyens og violinleikaran Julian Rachlin. Millum tey tónaskald, ið hava ognað honum verk, eru Angelo Gilardino og Nikita Koshkin.

    Stað: Aulan í Finsen

    Byrjar: MÁ 6. MAI og TÝ 7. MAI Tíð og stað eftir nærri avtalu

    AFTUR TIL YVIRLIT