• Seðlasýning

    Framsýning við pengaseðlum úr øllum heiminum, sum hava EITT avmarkað myndatema: tónleikur. Millum myndevnini finna vit ljóðføri, tónaskald, sangarar og annað. Pengar sum fyribrigdi vóru uppfunnir um ár 650 f. Kr. Tað vóru myntir úr gulli, silvuri ella øðrum metali. Umframt at verða nýttir at rinda vørur og tænastur fyri fingu myntir eftir stuttari tið eisini til endamáls at sýna, hvør ráddi fyri borgum. Henda siðvenja hevur hildið fram heilt at okkara døgum, stundum tó í broyttum líki. Tá tjóðbankar geva út pengaseðlar, er heilt vanligt at nýta motiv, sum á onkran hátt strika undir tað, sum øll tjóðin er errin av ella sum skarar framúr. Tað kann til dømis vera sertsøk byggilist, fornlutir, djóralív og plantuvøkstur, men eisini listafólk og vísindafólk. Sýningin av hesum heilt serstaka seðlasavni við tónleikamotivum verður í Tórshavnar musikkskúla (inngongd aftanfyri) frá mána-degnum 6. mai til og við sunnudagin 12. mai. Einaferð um dagin er frásøgufólk hjástatt, sum fer at siga nøkur orð um savnið. Høvið verður tá eisini at síggja fleiri seðlar við tónleikamotivum, sum ikki eru partur av sjálvari sýningini.

    Gerandisdagar stendur sýningin frá kl. 12 til 19 við frásøgn kl. 17, og leygardag og sunnudag stendur hon frá kl. 15 til 18 við frásøgn kl. 15.

    Stað: Tórshavnar Musikkskúli

    Byrjar: MAI. 5 -12 frá kl. 12 til 19, og LEY og SUN frá kl. 15 til 18 - Ókeypis tiltak

    AFTUR TIL YVIRLIT