Sibelius og Prokofiev
Kristiina Junttu er finskur klaverleikari, ið samstundis er ein av fremstu klaverlærarum í Evropa. Hon starvast dagliga á East-Helsinki Music Institute í Helsinki í Finnlandi. Drúgva samstarv hennara við víðagitna tónaskaldið György Kurtág (f. 1926) hevur havt við sær, at hon er ein av fremstu serfrøðingum í tónleiki hansara. Saman við Kurtág hevur hon ikki bert arbeitt gjøgnum meginpartin av klavertónleiki hansara, men eisini gjøgnum nøkur úrvald klassisk-romantisk verk. Hon spælir regluliga sum einleikari og sum kamartónleikari við ymsum bólkum - og tað er alt frá barokktónleiki til samtíðartónleik. Kristiina samstarvar eisini javnan við núlivandi tónaskald sum Antonio Pileggi og Diogones Rivas. Á konsertini í Finsen leikar Kristiina tónleik eftir Kurtág, Sibelius, Prokofiev og Liadov. Meðan hon vitjar í Føroyum, hevur hon eisini skeið fyri føroyskum klavernæmingum.
Stað: Aulan í Finsen
Byrjar: MIK 10. mai 2023, kl. 18.00
KEYP KEYP ATGONGUMERKIAFTUR TIL YVIRLIT