Stamina og Pathétique
Konsertin byrjar við nýggjum føroyskum verki fyri strokkvartett og feydarar. Tað er Jákup Veyhe, sum skrivaði verkið STAMINA eftir innrásina í Ukraina í fjør vár. Umframt tvær violinir, viola og sello nýtir Jákup bæði ljóðspor og webcam upptøkur úr Ukraina. Framførslan er fingin í lag í samstarvi við Aldubáruna, og tað eru Jón Festirstein, Sámal Petersen, Angelika Hansen og Kristina á Váli, ið leika. Heðin Ziska Davidsen stendur fyri tøkniliga partinum. Eftir stuttan steðg fara klarinettleikarin Ármann Helgason, fagottleikarin Joost Bosdijk og klaverleikarin Jóhannes Andreasen at spæla tónleik eftir Witold Lutosławski og Henri Dutilleux. At enda leika teir ta kendu Trio Pathétique eftir Mikhail Glinka.
Stað: Aulan í Finsen
Byrjar: LEY 13. mai 2023, kl. 16.00
Longd: 75 min.
KEYP KEYP ATGONGUMERKIAFTUR TIL YVIRLIT