• Tekningar eftir Ingálv

    Ingálvur av Reyni (1920-2005) var ikki bert eitt av okkara mætastu listarfólkum. Hann hevði sum kunnugt eisini sera stóran alsk til tónleik og var sjálvur dugnaligur og íðin sangari. Tey, sum eru nakað tilkomin, minnast helst, at hann sum áhoyrari á konsertum plagdi at sita aftarlaga í hølinum við penni og pappíri í hond og teknaði ella skitsaði tað, hann upplivdi. Til hesa framsýning hevur eydnast at savna nakrar av hesum tekningum og skitsum. Tær eru gjørdar á konsertum í Føroyum og uttanlands. Tekningarnar verða sýndar í dansistovuni í Norðurlandahúsinum. Framsýningin letur upp týsdagin 9. mai kl. 17.00. Til ber at síggja hana til og við sunnudagin 14. mai, meðan Norðurlandahúsið er opið.

    Stað: Dansistovan í Norðurlandahúsinum

    Byrjar: 9.-14. mai 2023

    AFTUR TIL YVIRLIT